Átta dystir vóru leiktir í Nations League í kvøld.
Talan gjørdist um eitt gott norðurlendskt kvøld.
Í bólki 4 í deild A vann Danmark á útivølli stórsigur 4-1 á Portugal. Í sama bólki vann Noreg á heimavølli 3-1 á Wales
Í bólki 4 í deild B tryggjaði Svøríki sær bólkasigurin við 3-2 heimasigri á Bosnia Hersogovina. Í sama bólki tryggjaði Rumenia sær fyrstu stigini við 2-1 heimasigri á Póllandi.
HER eru úrslitini og málskjúttarnir, umframt støðan í bólkunum:
Deild A - bólkur 4:
Portugal-Danmark 1-4 (0-1)
0-1 Pierre-Emile Højbjerg, br. ('43 )
0-2 Rasmus Højlund ('50 )
0-3 Rasmus Højlund ('57 )
0-4 Joachim Andersen ('75 )
1-4 Bernardo Silva ('90+)
Noreg-Wales 3-1 (0-0)
1-0 Antonio Nusa ('59 )
2-0 Andreas Schjelderup ('68 )
2-1 David Brooks ('79 )
3-1 Erling B. Haaland, br. ('88 )
Portugal hevur 12 stig og Danmark hevur níggju stig. Noreg hevur seks stig, og Wales er aftast við trimum stigum.
Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Danmark-Noreg og Wales-Portugal. Tvey tey fremstu liðini vinna seg í fjórðingsfinalurnar.
---
Deild B - bólkur 2:
Norðurírland-Ukraina 1-0 (0-0)
1-0 Terry Devlin ('68 )
Georgia-Ungarn 0-2 (0-0)
0-1 sjálvmál ('73 )
0-2 Barnabas Varga ('85 )
Norðurírland hevur 11 stig og Ungarn hevur 10 stig. Ukraina hevur fýra stig, meðan Georgia er aftast við tveimum stigum.
Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Ungarn-Norðurírland og Ukraina-Georgia.
Deild B - bólkur 3:
Eysturríki-Írland 1-0 (0-0)
1-0 Sasa Kalajdzic ('78 )
Kosovo-Ísrael 0-0
Eysturríki hevur 11 stig og hevur vunnið bólkin. Kosovo hevur seks stig og Írland hevur fimm stig. Ísrael er aftast við trimum stigum.
Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Ísrael-Eysturríki og Írland-Kosovo.
Deild B - bólkur 4:
Svøríki-Bosnia Hersogovina 3-2 (3-0)
1-0 Daniel Svensson ('5 )
2-0 Viktor Gyökeres, br. ('11 )
3-0 Viktor Gyökeres, br. ('45 )
3-1 Armin Gigovic ('48 )
3-2 Sead Kolasinac ('62 )
Rumenia-Pólland 2-1 (0-0)
1-0 Alexandru Cicaldau ('68 )
2-0 Dennis Man ('72 )
2-1 Marcel Regula ('82 )
Svøríki hevur 13 stig og hevur vunnið bólkin. Bosnia Hersogovina hevur átta stig, og teir enda á øðrum plássinum. Pólland hevur fýra stig, meðan Rumenia er aftast í bólkinum við trimum stigum.
Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Bosnia Hersogovina-Rumenia og Pólland-Svøríki.