VÍF er saman við H71 fremst í Burn Mansdeildini. Bæði liðini hava 16 stig.
VÍF vann í kvøld á heimavølli í høllini í Vestmanna 30-24 á Team Klaksvík. Í steðginum var VÍF á odda 14-12.
Tróndur Johnsson var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Við 10 málum var Jónas Sólsker toppskjútti hjá Team Klaksvík.
H71 og VÍF hava 16 stig hvør. KÍF og Kyndil hava 10 stig hvør, meðan Neistin hevur níggju stig. EB hevur fýra stig, Team Klaksvík hevur tvey stig, og StÍF er aftast við einum stigi.
Í morgin klokkan 16 vera hesir dystirnir leiktir: StÍF-H71 og Neistin-Kyndil.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum VÍF og Team Klaksvík:
-
©