info
Ongi úrslit

B68 hevur sett nýggjan venjara

Fyrrverandi B68 spælari, sum í ár var í Klaksvík, verður nú venjari í barndómsfelagnum

Jóannes Hansen
14. november 2026 kl. 21:21

B68 skrivar soleiðis í kvøld:

B68 hevur sett 53 ára gamla toftamannin Arnbjørn Danielsen sum høvuðsvenjara hjá B68 fyri komandi 3 árini. Talan er um fulltíðarstarv.

Arnbjørn hevur nógvar royndir í fótbólti. Er uppvaksin í B68, men sum vaksin hevur hann skift ímillum at leikt við B68 og B36. Hevur íalt leikt 7 ár við besta liðnum hjá B68 og 7 ár við B36. Við B36 vann hann m.a. 2 meistaraheitir, í 1997 og 2001. Við B68 bleiv tað til m.a. 2 bronsumerkir í 2000 og 2003, og 2 ferðir vann hann 1. deild við B68, og harvið uppflyting, í 2005 og 2007. Arnbjørn er skrásettur fyri 8 landsdystir.

Seinnu árini hevur Arnbjørn nomið sær fótbóltsvenjaraútbúgvingar. Í 2022 fekk hann prógv sum UEFA-A venjari og í 2025 fekk hann prógv í Danmark sum UEFA Elite Youth A venjari.

Eisini hevur hann fingið sær nógvar royndir sum venjari, fyrst sum ungdómsvenjari hjá B36 í fleiri ár, síðani sum venjari hjá 1. deild hjá HB í 2023, og í 2024 og 2025 var hann høvuðsvenjari hjá ungdómsliðum í Danmark. Í ár hevur Arnbjørn verið høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ.

“At sleppa at venja B68 er tað stórsta fyri meg, sum venjara - og ikki minst sum toftamann.

Málið er tvíbýtt:

Fyrsta málið er at koma uppaftur í Meistaradeildina sum skjótast.

Samstundis skal B68 framtíðartryggja seg til toppin av føroyskum fótbólti.

Eg gleði meg eisini at arbeiða saman við núverandi dugnaligu ungdómsvenjarum. Har vit kunna menna leikarar til framtíðina hjá B68”

Við Arnbjørn sum høvuðsvenjara komandi 3 árini, ynskir B68 at leggja stóran dent á at menna egnar leikarar. Umframt at verða høvuðsvenjari hjá besta liði felagsins, skal hann eisini saman við høvuðsungdómsvenjaranum gera menningarætlanir fyri ungu leikararnar, leggja venjingar til rættis og vera við til venjingar.

Hjartaliga vælkomin Arnbjørn, skrivar B68 í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

22 tímar síðan

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

28 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

51 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

1 tími síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

1 tími síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

1 tími síðan
Hondbóltur

Natasja Hammer spældi dyst 15 dagar eftir barnsburð

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin vann føroyingauppgerðina

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF vann stórsigur á EB

3 tímar síðan
Minningarorð

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 tapti stórt fyri Galychanka

4 tímar síðan