- Øll partrolarapørini eru til fiskiskap. Skipini fiska upsa og annan hvítfisk, men fiskiskapurin er smáligur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at at siga.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru á Íslandsrygginum, og væntandi kemur annar inn at landa í næstu viku.
- Ein djúpvatnstrolari er á djúpum vatni og fiskar svartkalva, blálongu og annan djúpvatnsfisk. Teir koma møguliga inn at landa síðst í næstu viku.
Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir.
Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva.
- Garnaskjpini koma øll inn at landa í næstu viku. Tey hava brúkiligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.