Løtan fyri tey vaksnu í sunnudagsskúlanum er frá kl. 13:00 til 13:30, meðan børnini eru í flokkunum.
Hesaferð vitjar Arni Zachariassen úr Norðragøtu. Hann fer at tala um evnið “trúgv og verk” út frá Ják. 2:14-26.
Enskt møti er kl. 14:30.
Evangeliskt møti er kl. 18:00, har Betesda hesaferð fær vitjan av Svenning av Lofti, Poul Jóhan Djurhuus og Birgir Andreasen.
Teir hava júst verið á vitjan í Eysturevropa við evangeliinum, og sunnukvøldið leggja teir leiðina til Klaksvíkar.
Sangkórið í Betesda luttekur.
Hjartaliga vælkomin 😊