Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin vann á liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel í týsku Bundesliguni.
Dysturin í Max Schmelling høllini í Berlin endaði við 28-25 sigri til heimaliðið. Í steðginum var tað annars Kiel, ið var á odda 14-12.
Hákun skoraði fýra mál upp á seks málroyndir, og hann var á vøllinum í 42 minuttir, sambært hagtølunum.
Elias skoraði tvey mál upp á seks málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál. Elias var sambært hagtølunum á vøllinum í 35 minuttir.
Málverjin, Lasse Ludwig átti sín stóra lut í sigrinum hjá Füchse Berlin. Hann bjargaði 40,5 prosent av málroyndunum.
THW Kiel er framvegis fremst í deildini við 21 stigum fyri 13 dystir. SC Magdeburg hevur 20 stig, men teir hava bert spælt 11 dystir. Füchse Berlin er nummar fýra við 16 stigum fyri 11 dystir.