info
Ongi úrslit

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

Skanderborg-Aarhus vann flottan útisigur á Aalborg

Heri Á. Simonsen
14. november 2026 kl. 20:10

Øll føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum vóru í leiki í dag. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

Óli Mittún var toppskjútti hjá GOG við níggju málum upp á 10 málroyndir, og einum uppleggi, tá GOG á heimavølli vann 34-29 á Bjerringbro/Silkeborg. Í steðginum var GOG á odda 14-10. Óli var greitt - sambært hagtølunum - mest effektivi leikarin hjá GOG í dag.

GOG er greitt oddalið í deildini við 25 stigum fyri 13 dystir.

GOG er seks stig frammanfyri Aalborg, ið á heimavølli tapti 27-29 fyri liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus, ið var á odda 14-8 í steðginum.

Jóhan var toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus við níggju málum upp á 11 málroyndir. Eisini hann var - sambært hagtølunum - mest effektivi leikarin hjá sínum liði í dag.

Skanderborg-Aarhus er nummar fimm í deildini við 16 stigum.

Í Gråkjær Arena í Holstebro var føroyingauppgerð, har liðið hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro vann 32-29 á liðnum hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-12.

Magnus skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og Teis skoraði eitt mál upp á eitt mál.

TTH Holstebro er nummar níggju í deildini við 11 stigum. Mors-Thy er nummar 11 við átta stigum.

Jákup Egholm skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir, tá lið hjá honum, TMS Ringsted á útivølli tapti greit 23-34 (11-14) fyri Kolding.

TMS Ringsted er næstaftast í deildini við trimum stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

21 tímar síðan

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

21 minuttir síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

25 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

40 minuttir síðan
Hondbóltur

Natasja Hammer spældi dyst 15 dagar eftir barnsburð

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin vann føroyingauppgerðina

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF vann stórsigur á EB

2 tímar síðan
Minningarorð

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 tapti stórt fyri Galychanka

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: USA spurdi um NATO-limaskap aftur fyri at fara úr Donbas

3 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona mátti lúta fyri toppliði á heimavølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønland hevur avgjørt at flyta klokkuna aftur

4 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti tá Ajax vann seg upp á oddasessin

5 tímar síðan