info
Ongi úrslit

Natasja Hammer spældi dyst 15 dagar eftir barnsburð

Bæði Stjarnan og KA/Þór taptu

Heri Á. Simonsen
14. november 2026 kl. 19:10

Bert 15 dagar aftaná barnsburð var Natasja Hammer aftur á vøllinum, tá Stjarnan spældi dyst á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

Í Set-høllini á Selfossi tapti Stjarnan greitt 22-29 fyri heimaliðnum, ið var á odda 13-10 í steðginum.

Inga Maria Roysdóttir skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, meðan Natasja Hammer megnaði at skjóta trý mál upp á tríggjar málroyndir. Inga Maria legði eisini upp til eitt mál, og hon vann liðnum eitt brotskast.

Stjarnan er aftast í deildini saman við HK. Liðini hava bert tvey stig.

Í KA-Heimilið høllini á Akureyri tapti liðið hjá Joan R. Johannesen og Agathu Kjærbæk, KA/Þór 24-30 fyri Fram, ið var á odda 14-10 í steðginum.

Joan skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hon legði eisini upp til eitt mál.

KA/Þór er triðaftast í deildini við fýra stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

20 tímar síðan

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

2 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

16 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin vann føroyingauppgerðina

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF vann stórsigur á EB

1 tími síðan
Minningarorð

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 tapti stórt fyri Galychanka

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: USA spurdi um NATO-limaskap aftur fyri at fara úr Donbas

3 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona mátti lúta fyri toppliði á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Grønland hevur avgjørt at flyta klokkuna aftur

4 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti tá Ajax vann seg upp á oddasessin

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj tunnilsleið kann kosta 650 milliónir krónur

5 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti tepurt fyri Montenegro

5 tímar síðan