info
Ongi úrslit

Edva rýmir eisini úr Sambandsflokkinum vegna fosturtøku

Av tí at ein tingkvinna úr Sambandsflokkinum hevur verið við til at leggja eitt uppskot fram á ting um fosturtøkur, eru nú tvey fólk, sum ikki vórðu vald á ting fyri Sambandsflokkin, rýmd úr flokkinum

Eirikur Lindenskov
24. september 2025 kl. 00:10

Í gjár var tað Áron Vest í Klaksvík, sum segði seg ikki kunna vera limur longur í Sambandsflokknum, tí at eitt tingfólk floksins var við til at leggja fram uppskot um fría fosturtøku á ting.

Og í dag er tað fyrrverandi tingkvinnan hjá Sambandsflokkinum, Edva Jacobsen í Fuglafirði, sum eisini hevur meldað seg úr sínum gamla flokki.

Hon hevur skrivað til flokkin og meldað seg út. Hon sigur, at hon hevur stillað upp fyri flokkin síðani 2001 og altíð verið sambandskvinna við stóra S, og at hon frá í dag at rokna ikki er limur í flokkinum. 

– Eftir at tað er vorið greitt, at ein í Sambandsflokkinum er uppskotsstillari í málinum um fría fosturtøku, so er komið at mørkum hjá mær persónliga, sigur Edva Jacobsen, sum altso ikki longur er limur í Sambandsflokkinum.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

3 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

3 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

6 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

8 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

9 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

10 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

10 tímar síðan