info
Ongi úrslit

Stór russisk herdeild er á veg móti Kiev

Í fýra samdøgur hevur russiski herurin framt atsóknir móti Ukraina, og álopini eru serliga komin úr luftini. Nú verður roknað við, at russar fara at herða álopini á stóru býirnar í Ukraina.

Vilmund Jacobsen
28. februar 2022 kl. 00:29

Tað var hósnáttina, at Russland leyp á Ukraina, og russiski herurin hevur søkt at landinum úr fleri ymiskum heraðshornum. Eftir nøkrum tímum varð landið álopið við bæði krígsskipum, flogførum og stríðsvognum.

Um vikuskiftið er frætt um ógvuslig russisk loftálop, og eisini sivil øki uttan fyri høvuðsstaðin Kiev eru rakt av russiskum rakettum. Sagt verður, at fleiri enn 150.000 russiskir hermenn eru sendir inn í Ukraina.

Sambært tíðindastovuni Reuters hava satelittmyndir í dag víst, at eitt stórt russiskt herfylgi, sum er heili fimm kilometrar langt, er á veg móti ukrainska høvuðsstaðnum.

Væntandi er, skriva útlendskir miðlar, at russisku herdeildirnar teir næstu dagarnar serliga fara at herða álopini á stóru býirnar, eitt nú Kiev og næst størsta býin í landinum, Kharkiv.

Í dag hava ukrainsku myndugleikarnir sagt, at teir framvegis hava ræðið á størstu býunum í landinum.

Verdens Gang skrivar, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sum mál at reka ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, frá valdinum, soleiðis at Ukraina fær eina nýggja stjórn.

Forsetin í Ukraina er framvegis í Kiev, og hóast eitt nú USA hevur boðið sær til at hjálpa honum úr býnum, tí vandi er fyri, at hann verður dripin, hevur Volodymyr Zelenskyj sagt, at hann verður verandi.

Verdens Gang skrivar, at nú er so ein velduga stór russisk herdeild á veg móti Kiev, men higartil hava ukrainar givið stóru russisku krígsmaskinuni harða mótstøðu.

Borgarstjórin í Kiev, Vitalij Klitsjko, sigur við tíðindastovuna AP, at ukrainar framvegis hava góðan stríðsvilja, men ein trupulleiki er, at høvuðsstaðurin nú byrjar at tømast fyri mat og heilivág.

- Vit eru á markinum til eina menniskjansliga vanlukku. Akkurát nú hava vit streym, vatn og hita. Men, veganetið er illa farið, og tí kann tað gerast trupult við vøruflutningi, sigur borgarstjórin.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

3 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

4 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

5 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

6 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

6 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

6 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

6 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

7 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

7 tímar síðan