– Verið vælkomin til eitt kvøld í góðum norðurlendskum selskapi. Vit varpa ljós á virðislønir Norðurlandaráðs, njóta norðurlendskar smakkir við sjálvtøkuborðið og enda kvøldið við hugnaligum karaoke.
Soleiðis sigur finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo í innbjóðing til luttakararnar á Norðulandaráðsfundinum, sum er í Helsinki í hesum døgum.
Í kvøld er hann vertur fyri einum hugnaligum kvøldi, har luttakararnir sleppa at syngja karaoke.
– Hetta er eitt gott høvi at framføra yndissangin, syngja saman við øðrum ella bara njóta norðurlendskar vinir á pallinum.
Spurningurin er so, hvønn sangin løgmaður hevur valt at syngja, men tað frætta vit helst meira um seinni.