info
Ongi úrslit
© Evaristo Sa/Ritzau Scanpix
Flávio Bolsonaro er sambært CNN Brasil og Reuters farin úr Brasil eftir tapið á forsetavalinum. Upplýsingarnar eru enn ikki alment váttaðar. Savnsmynd

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

Flávio Bolsonaro er sambært ónevndum keldum á veg til USA. Mánadagin segði hann, at hann ikki ætlaði sær at fara úr Brasil, hóast hann hevði tapt forsetavalið.

Eirikur Lindenskov
27. oktober 2026 kl. 21:43

Flávio Bolsonaro, sum sunnudagin tapti forsetavalið í Brasil, er sambært ónevndum keldum farin úr landinum.

Tað skriva bæði CNN Brasil og Reuters. Upplýsingarnar eru enn ikki alment váttaðar.

Keldur siga týsdagin við miðlarnar, at Bolsonaro er umborð á einum flogfari á veg til USA.

Tíðindini koma, eftir at fleiri miðlar hava skrivað, at passið hjá honum skal vera ógildað.

Segði seg ikki ætla at flýggja

Mánadagin segði Bolsonaro í einum sjónbandi á Instagram, at samveldisløgreglan hevði biðið hann lata passið inn. Sambært AFP segði hann eisini, at ein dómstólur hevði noktað honum at fara úr Brasil.

Bolsonaro, sum hevur noktað at viðurkenna valtapið, legði tá dent á, at hann ikki ætlaði sær at flýggja úr landinum.

Hvørki amerikanska sendistovan í Brasil ella advokatarnir hjá Bolsonaro høvdu svarað fyrispurninginum frá Reuters um málið.

Beiggin býr í USA

Yngri beiggi hansara, Eduardo Bolsonaro, býr eisini í USA. Undan valinum segði hann, at eitt valtap átti at fingið Flávio at farið úr Brasil.

– Um beiggi mín ikki vinnur, taki eg undir við, at hann fer úr landinum, segði Eduardo Bolsonaro í einari samrøðu við poddvarpsvertin Steven Crowder fyrr í hesum mánaðinum.

45 ára gamli høgravendi senatorurin Flávio Bolsonaro er sonur fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro. Pápin situr í fongsli fyri eina roynd at fremja kvett móti Luiz Inácio Lula da Silva, sum nú er afturvaldur til forseta.

Flávio Bolsonaro verður sjálvur kannaður fyri illgruna um korrupsjón og hvítvasking í sambandi við fíggingina av einum ævisøguligum filmi um pápan. Hann noktar at hava gjørt nakað ólógligt.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

20 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

26 minuttir síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

1 tími síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

1 tími síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

2 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

3 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

3 tímar síðan
Tíðindi

Óvanliga stór valluttøka í Ísrael

4 tímar síðan
Tíðindi

Troels Lund: Álitisbrot kostaði Preben Bang limaskapin

5 tímar síðan
Tíðindi

Preben Bang: Eg eri koyrdur úr Venstre

5 tímar síðan