Ísraelska valnevndin hevur noktað einari umbøn um at hava valstøðini opin longur enn ætlað.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Tað var Likud, flokkurin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, sum bað um at leingja atkvøðugreiðsluna.
Valstøðini lata eftir ætlan aftur klokkan 20 føroyska tíð. Beint aftaná fara ísraelsku sjónvarpsrásirnar at almannakunngera sínar valstaðarkanningar.
Fleiri á val enn seinast
Sambært AFP eru arabiskir ísraelskir veljarar møttir fjølmentir á val í dag. Tað hevur fingið Netanyahu at heita staðiliga á sínar stuðlar um eisini at fara á val.
– Vit kunnu ikki lata henda dystin upp í hendurnar á vinstravonginum og teimum arabisku flokkunum, sum fara at gera enda á jødiska statinum, segði hann fyrr í dag sambært AFP.
– So ongar grillveitslur, farið ikki á strondina. Farið á valstøðini og atkvøðið fyri Likud.
Klokkan 18 føroyska tíð høvdu 74,3 prosent av veljarunum atkvøtt, skrivar The Jerusalem Post við støði í eini uppgerð frá valstøðunum.
Tað er longu meira enn samlaða valluttøkan á seinasta tjóðartingsvalinum í 2022. Tá atkvøddu 70,6 prosent.
Valið er tað fyrsta síðan álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023. Tað er serliga merkt av stríðnum millum blokkin hjá Netanyahu og mótstøðuflokkarnar við Gadi Eisenkot á odda.
Kanningarnar undan valinum bentu á, at hvørgin blokkur fekk meiriluta.
Ritzau