Vápnahvíldin í russiskt hersetta býnum Olesjky í syðra parti av Ukraina er víðkað til at fevna um fleiri øki.
Tað skrivar Melania Trump, amerikanska forsetafrúan, í einum uppslagi á X.
Sambært henni er økið víðkað innan Kherson-landslutin. Hon sigur tó ikki, hvussu stóran part av landslutinum talan er um.
– Landafrøðiliga økið hjá vápnahvíldini er víðkað út um Olesjky innan Kherson-landslutin fyri at tryggja hjálparfylgjum frítt at fara, skrivar Melania Trump.
Bæði Russland og Ukraina boða sambært Reuters frá, at vápnahvíldin, sum kom í gildi í nátt, skal vara til sunnukvøldið 1. november klokkan 20 føroyska tíð.
Álvarslig støða hjá sivilfólki
Ukrainski høvuðssamráðingarmaðurin, David Arakhamia, lýsir staðbundnu vápnahvíldina sum størsta stigið at minka um spenningin síðan 2022.
Hann leggur afturat, at hvørt slíkt stig er eitt stig nærri friði.
Fyrstu tíðindini um vápnahvíldina komu í síðstu viku. Tá upplýsti Hvíta húsið, at Melania Trump hevði fingið avtaluna í lag. Bæði Ukraina og Russland róstu henni fyri arbeiðið.
Sambært amerikanarunum skal vápnahvíldin gera tað møguligt at fáa neyðhjálp fram og fyrireika at flyta sivilfólk úr økinum.
Fráboðanir hava verið um eina alsamt álvarsligari matvørukreppu í Olesjky.
Melania Trump segði í síðstu viku, at tey, sum enn eru eftir í býnum, fyrst og fremst eru eldri fólk við bráðfeingis tørvi á læknahjálp, heilivági, mati og reinum vatni.
Ritzau