info
Ongi úrslit
© Atta Kenare/Ritzau Scanpix
Sergej Lavrov, russiskur uttanríkisráðharri, sigur, at kunningarkríggið um Ukraina helst fer at herðast. Savnsmynd

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

Russiski uttanríkisráðharrin heldur, at evropeisku londini royna at fáa ein leiklut í samráðingunum. Samrøðan hjá norska og finska leiðaranum við Putin hevur elvt til ósemju millum Norðurlond.

Eirikur Lindenskov
27. oktober 2026 kl. 18:45

Finnland og Noreg høvdu einki nýtt at leggja á borðið, tá leiðarar teirra í dag tosaðu í telefon við Vladimir Putin, russiska forsetan.

Tað sigur Sergej Lavrov, russiskur uttanríkisráðharri, sambært russisku tíðindastovuni Interfax, skrivar Reuters.

Lavrov heldur, at evropeisku londini í grundini royna at fáa ein leiklut í samráðingunum. Hann sigur eisini, at kunningarkríggið um Ukraina fer at halda fram og helst herðast.

Útsøgnin kemur, eftir at tað fyrr í dag kom fram, at Alexander Stubb, forseti í Finnlandi, og Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri í Noregi, hava havt eina felags telefonsamrøðu við Putin.

Danmark og Svøríki finnast at

Samrøðan hevur fingið blandaða móttøku millum sameindu londini.

Mette Frederiksen, danska forsætisráðfrúan, hevur sagt við DR, at samrøðan ikki var samskipað við hini londini. Hon hevur funnist at Noregi og Finnlandi fyri at fara egnar leiðir.

Eisini Ulf Kristersson, svenskur forsætisráðharri, hevur víst sítt ivasemi.

– At hava samrøður, sum kunnu elva til kloyving í felags evropeisku røddini, er vandamikið, segði hann týsdagin sambært svenskum miðlum.

Støre vísir atfinningunum aftur

Jonas Gahr Støre vísir tó atfinningunum aftur.

– Vit tosa ikki vegna onnur enn okkum sjálv. Men vit hava ráðført okkum gjølla, og allir okkara samstarvsfelagar og sameindu vórðu kunnað frammanundan og hava eisini fingið eina gjølliga frágreiðing aftaná, sigur hann við norska miðilin VG.

Úr Ukraina er móttøkan jaligari.

Volodymyr Zelenskyj, ukrainskur forseti, skrivar á X, at hann er takksamur fyri virkna diplomatiska arbeiðið hjá Noregi og Finnlandi.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

39 minuttir síðan
Tíðindi

Óvanliga stór valluttøka í Ísrael

1 tími síðan
Tíðindi

Troels Lund: Álitisbrot kostaði Preben Bang limaskapin

2 tímar síðan
Tíðindi

Preben Bang: Eg eri koyrdur úr Venstre

2 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Ukraina-kríggið heldur fram og fer helst at mennast

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingur heldur høvuðsfyrilestur á ársfundi WHO Europe

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú nærkast hugnaligi eldradagurin í Vági

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður krevur greitt svar frá Norðurlondum

3 tímar síðan
Tíðindi

Finski forsetin: - Øll Norðurlond fingu tað at vita

3 tímar síðan
Tíðindi

Atlantic Airways keypir tvey nýggj flogfør

5 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis verður dagurin hildin á Tvøroyri

6 tímar síðan
Tíðindi

Støre er ósamdur við Mette

6 tímar síðan