info
Ongi úrslit

Eitt lívsstykki!

Starvsfólk í KBI
25. oktober 2022 kl. 16:16

Góði Karl Birgir

Her er púra kvirt......tú, sum hevur verið ein so stórur partur av okkara gerandisdegi, okkara lívi. Nú ert tú ikki her meir. Vit eru í sorg.

Tú vart eitt lívsstykki! Ein fantastiskur stjóri, við so ómetaliga stórum hjarta. Tú vart so góður við tíni starvsfólk, og vit vóru so góð við teg. Tú hevði álit á okkum øllum, og ongantíð vart tú í iva um, at vit øll gjørdu okkara allarbesta fyri fyritøkuna. Tú hevði tín egna hátt at vera stjóri uppá, og hetta var tað, sum gjørdi tað so fantastiskt at arbeiða hjá tær. Tú fekst okkum øll at føla okkum væl og virðismett. KBI var títt hjartabarn, títt næsta heim, og eisini okkara. 

Tú fylti nógv. Stuttligur, ektaður og larmandi á ein heilt sjarmerandi hátt. Her var altíð lív í. Bleiv ov friðarligt, fanst tú uppá okkurt. Øll tey tiltøk, sum tú vart partur av, blivu vit eisini ein partur av.

Vit, sum vóru tær nærmast, vita, hvussu stórt hjarta tú hevði. Tú elskaði at gleða onnur og hjálpa øðrum. Nevnast kunnu m.a. allar tær gávur og gávubrøv, sum vit hava koyrt út til einkjur og einsamøll á jólum í fleiri ár á rað. Tú ynskti ikki uppmerksemi, men gjørdi hetta í stillum.

Alt tóktist lætt hjá tær. Tú kendi so nógv fólk og hevði so stóra vitan um alt møguligt. At fyriskipa tiltøk, m.a. sjómannadagin, gjørdi tú næstan í eini handavending, ella tað tóktiskt í øllum førum so.... tí ongantíð gramdi tú teg um, at nakað var strævið. 

Í kaffistovuni hjá KBI er altíð lív í. Her eru øll altíð vælkomin. Kaffi og prát, um alt ímillum himmal og jørð, tað er tað, sum eyðmerkir okkara arbeiðspláss...... sjálvt um vit ikki hava nakra ávísa tíð á degnum, sum eitur “kaffipausa”. Hetta var júst so, sum tú vildi hava tað. Klokkan hevði ikki so nógv at siga, bara vit gjørdu okkara arbeiði. Tú vart speiskur og elskaði at prika fólk, men tú toldi sanniliga eisini, at vit prikaðu teg við onkrum og flentu eftir tær. “Happibókin”, sum liggur í kaffistovuni var ofta nevnd, tí tað er ikki frítt, at man ikki skal vera sartur at arbeiða í KBI. Onki skuldi goymast, og alt kom á borðið. Sorg og gleði, sum javnan kom á gátt, í millum okkum í KBI....vit kundu tosa um alt. Tú vart so lívsglaður og ektaður.

Í dag er friðarligt í kaffistovuni......vit bíða eftir, at tú kemur inn við onkrari speiskari viðmerking, onkrari stuttligari søgu. Men nú fáa vit ikki fleiri søgur frá tær.

Nú kunnu vit bara tosa um teg. Vit hava so nógv góð minnir saman. Saknurin er ómetaliga stórur, men vit royna at hanga í, akkurát sum tú vildi ynskt at vit gjørdu.

Okkara tankar eru hjá okkara kæru Poulinu, børnunum og abbabørnunum. Má Harrin vera hjá tykkum í tykkara sorg.

Ærað veri minnið um okkara fantastiska stjóra, Karl Birgir Isaksen

 

 

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

4 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundarnir koma heim

5 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Hørð byrjan

5 tímar síðan
Tíðindi

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

5 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanski miðbankin hækkar rentuna

5 tímar síðan
Hondbóltur

Ovi og Pauli vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin mátti lúta fyri Veszprém

6 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB kopp­aði greipu­vinn­ar­u­num

7 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

7 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel fekk dreymabyrjan men tapti fyri superliguliði

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til málið sum tryggjaði Mjällby eitt stig

8 tímar síðan
Tíðindi

Ray á Roks vann silv­ur við skerpi­kjøti og sjó­pylsu á pizzuni

8 tímar síðan