Tað vil Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður, nú hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá.
Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hann millum annað, nær endaliga projekteringin verður liðug, hvussu verkætlanin verður raðfest samanborið við aðrar samferðsluíløgur, og hvat hon nú verður mett at kosta.
Hann spyr eisini, hvussu nógv higartil er brúkt til fyrireikingar og projektering, og hvørjar fyrireikingar mangla, áðrenn ein verklagslóg kann leggjast fyri Løgtingið.
Umkoyringarvegurin hevur verið partur av samferðsluætlanini í nógv ár. Í samferðsluætlanini 2018–2030 varð ætlanin at byggja vegin í 2026–2027. Landsverk metti tá kostnaðin til 55–65 milliónir krónur í 2018-prísum, men legði samstundis dent á, at vegurin ikki var prosjekteraður, og at ein neyvari kostnaðarmeting tí ikki kundi gerast.
Endamálið við vegnum er at leiða gjøgnumgangandi ferðslu uttan um miðbýin í Klaksvík og samstundis betra sambandi til eitt nú Norðhavnina og økini norðan fyri Klaksvík. Landsverk hevur áður mett, at vegateinurin verður um 2,5–2,8 kilometrar.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Hermann Ronnason Samuelsen á, at ætlanin hevur verið umrødd síðan langt áðrenn nýggju tunlarnir Norður um Fjall vórðu gjørdir, og at ætlanin tá var, at arbeiðið við umkoyringarvegnum skuldi byrja í 2026.
Hann vísir eisini á, at nógv ferðsla í dag fer eftir landsvegunum við Gerðagøtu og Ánirnar. Sambært tølum frá Landsverki, sum hann vísir til, koyra umleið 2.500 akfør um Gerðagøtu og oman fyri 3.000 akfør um Ánirnar hvønn dag.
Spurningurin hjá honum er tí, hvussu langt arbeiðið er komið, nú landsmyndugleikarnir samstundis arbeiða við innkomuvegum og øðrum størri samferðsluverkætlanum.