info
Ongi úrslit

Petur Knudsen var besti leikarin í august

NSÍ-áleyparin tók fríggjakvøldið ímóti heiðurinum

Heri Á. Simonsen
21. september 2026 kl. 21:05

FSF skrivar:

- NSÍ-áleyparin Petur Knudsen tók fríggjakvøldið ímóti heiðurinum sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í august. Virðislønina handaði pápin, Jens Martin Knudsen, undan dystinum ímóti B36

——————

Nærum alt kappingarárið hevur Petur Knudsen hjá NSÍ verið millum mest eyðsýndu spælararnar í MeistaraDeildini hjá monnum.

Við sínum arbeiðssemi, ferð og máltevi hevur Petur verið ein støðug hóttan ímóti mótstøðuliðunum, og við fleiri avgerandi málum og góðum avrikum hevur hann tryggjað vespunum týdningarmikil stig í oddastríðnum.

Í august vísti Petur Knudsen aftur høgt støði, og tá avtornaði vann hann eisini atkvøðugreiðsluna á sona appini um at gerast besti spælari í mánaðinum. Hinir báðir, ið vóru tilnevndir, vóru Mathias Voss og Heini Sørensen úr HB.

Virðislønin varð handað undan dystinum ímóti B36 fríggjakvøldið, tá runavíkingar vunnu 2-1 í Gundadali. Tað var pápin, Jens Martin Knudsen, fyrrverandi landsliðsmálverji og ein av Landskrona-legendunum, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Peturi eitt gávubræv frá Atlantic Airways, og ein minnislut, ið er latin av FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum, Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

17 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

1 tími síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

2 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

3 tímar síðan
Tíðindi

Blindur og rúsaður maður koyrdi 240 kilometrar

3 tímar síðan
Tíðindi

Danmark: NATO skal hava størri ábyrgd av trygdini í Arktis

4 tímar síðan
Tíðindi

Partabrøv í Grønlandi fóru til himmals eftir nýggja USA-avtalu

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til 07 Vestur

5 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðaøkið á Lygnnesi boðið út av nýggjum

6 tímar síðan
Tíðindi

Ólógligt at taka pengar fyri at sleppa á Slættaratind

6 tímar síðan
Tíðindi

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

6 tímar síðan