info
Ongi úrslit

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

- Føroyskar og bretskar fyritøkur fáa møguleika at flyta farm bæði úr Føroyum til Bretlands og úr Bretlandi aftur til Føroya, siga tey í Vágs kommunu

Vilmund Jacobsen
21. september 2026 kl. 21:02

- Í dag byrjar Samskip nýggja regluliga farmasigling millum Føroyar og Skotlandi. Siglt verður tvær ferðir um vikuna úr Runavík, umvegis Vág og víðari til Scrabster. Skipið kemur á Vág um midnáttarleitið, og hesa fyrstu ferðina verður tað skipið Silver Pearl.

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vágs kommunu í dag.

- Nýggja farleiðin er eitt týðandi stig fyri Vágs havn og fyri vinnulívið í Vági og Suðuroynni sum heild. Við føstum farmasambandi fáa fyritøkur í oynni betri og skjótari atgongd til bretska marknaðin og víðari út í heim.

Víst verður á, at sambandið millum Suðuroynna og Skotland hevur havt søguliga stóran týdning fyri vinnuliga virksemið í oynni, og tí er tað gleðiligt, at eitt fast sjóvegis samband nú aftur verður skipað.

- Samskip fer at reka nýggju leiðina við farmaskipinum MV Silver Arctic. Ætlanin er at sigla tvær ferðir um vikuna inn á Vág, og ein týðandi partur av grundarlagnum undir farleiðini er útflutningurin av føroyskum laksi.

Víst verður á, at Samskip og FarCargo, flutningsfelagið hjá Bakkafrost, hava gjørt eina langtíðaravtalu um flutning á leiðini. Avtalan er við til at tryggja grundarlagið undir regluligu siglingini. Hóast laksaflutningurin er ein týðandi partur av grundarlagnum, verður farmaleiðin eisini opin fyri aðrar kundar.

- Føroyskar og bretskar fyritøkur fáa sostatt møguleika at flyta farm bæði úr Føroyum til Bretlands og úr Bretlandi aftur til Føroya.

Sagt verður, at farleiðin hevur við sær, at framleiðslufyritøkur kunnu tillaga framleiðsluna skynsamari og eftir ferðaætlanini hjá MV Silver Arctic, tá flutningur nú verður úr Vági.

- Tað verður eisini væntað, at stóru mongdirnar av farmi, sum nú fara um keikantin í Vági, fara at hava jaliga ávirkan á suðuroyarleiðina. Tað er nevniliga kent, at Smyril í stóran mun flytir nógvan farm millum Suðuroynna og Havnina og at hesin flutningur hevur neiliga ávirkan á ferðafólkini umborð, serliga tá seinkingar eru í fráferðum, ella tá Smyril ikki hevur pláss fyri øllum bilunum.

Scrabster liggur væl fyri í norðara parti av Skotlandi og hevur gott samband víðari til marknaðir og flutningsmiðstøðir í Bretlandi. Samskip hevur saman við lokalum veitarum fyrireikað eina samlaða logistikkloysn við lossing, umskipan og víðari flutningi í Bretlandi.

Fyri Vágs havn er nýggja farleiðin eisini ein týðandi liður í arbeiðinum at menna havnina og skapa meira virksemi á havnalagnum.

- Nýggja farleiðin er eitt týðandi stig fyri Vágs havn, lokala vinnulívið - ja, fyri vinnulívið í Føroyum. Við føstum farmasambandi fáa fyritøkur í Føroyum betri og skjótari atgongd til bretska marknaðin og víðari út í heim.

Tað sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini hjá Vágs kommunu.

- At Samskip velur Vágs havn sum basa í Suðuroynni er ein viðurkenning av teimum møguleikum, sum Vágs havn hevur, og vit gleða okum til samstarvið, tí hetta kann gerast eitt týdningarmikið stig í víðari menningini av Vágs havn, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.

Vágs havn hevur eitt 5.000 fermetra stórt havnalag á norðursíðuni av Vágsfirði við atløgubryggju, eisini ro-ro, og fleiri atløguplássum. Havnin er ISPS-góðkend og veitir havnartænastur alt samdøgnið.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

56 minuttir síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

2 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

3 tímar síðan
Tíðindi

Blindur og rúsaður maður koyrdi 240 kilometrar

3 tímar síðan
Tíðindi

Danmark: NATO skal hava størri ábyrgd av trygdini í Arktis

4 tímar síðan
Tíðindi

Partabrøv í Grønlandi fóru til himmals eftir nýggja USA-avtalu

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til 07 Vestur

5 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðaøkið á Lygnnesi boðið út av nýggjum

6 tímar síðan
Tíðindi

Ólógligt at taka pengar fyri at sleppa á Slættaratind

6 tímar síðan
Tíðindi

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

6 tímar síðan