info
Ongi úrslit

Eivør verður høvuðs­navn á stór­ari tón­leika­stevnu í Íslandi

Føroyska songkvinnan Eivør Pálsdóttir verður millum høvuðsnøvnini á nýggju tónleikafestivali í Vestfirðum í Íslandi næsta summar. Ætlanin er at selja 8.000 atgongumerki til festivalin.

Eirikur Lindenskov
21. november 2026 kl. 13:15

Eivør verður eitt av stóru nøvnunum á tónleikafestivalinum Bergmál, sum verður hildin á Ísafirði í Íslandi 6. og 7. august 2027.

Tað boða íslendskir miðlar frá.

Tað er kendi íslendski rokkbólkurin Kaleo, sum stendur aftan fyri nýggja tónleikafestivalinum, har fleiri av kendastu tónlistafólkunum í Íslandi fara at framføra.

Umframt Eivør verða millum onnur Bubbi Morthens og Mugison at hoyra á stevnuni.

Høvuðskonsertirnar verða á bryggjuni á Ísafirði, har fyrireikararnir ætla at skapa eina serliga konsertuppliving við vestfirsku fjøllunum sum bakgrund.

Ætlanin er at selja 8.000 atgongumerki til festivalin, sum verður eitt av stóru tónleikatiltøkunum í Vestfirðum næsta summar.

Eivør hevur í nógv ár havt stóran áhuga millum íslendingar og hevur fleiri ferðir framført í Íslandi. Hon hevur eisini samstarvað við íslendsk tónlistafólk.

Við luttøkuni á Bergmál verður føroyska songkvinnan aftur at hoyra á einum stórum íslendskum tónleikatiltaki.

Tónleikastevnan varð kunngjørd hósdagin.

Keldur: RÚV og Morgunblaðið.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur í russiskum farmaskipi í Finsku Víkini eftir dronuálop

7 minuttir síðan
Tíðindi

Gravgangur eftir el­bil­um – SEV hev­ur ong­ar løði­støðir eftir

46 minuttir síðan
Tíðindi

Russiskar rakettir komu inn á pólskt øki – NATO fordømir hendingina

1 tími síðan
Tíðindi

Útleigarar kunnu fáa skatta­frá­drátt og sam­stund­is leiga út til Airbnb

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrsta gull heiðursmerki í 35 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Her liggja meira enn 2.000 flakar til at ala krækling

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein svevur rúsin av sær eftir miðnámsveitslu í Gundadali

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Vilhelm fekk reyða kortið

4 tímar síðan
Tíðindi

Russiski sendiharrin í Svøríki kallaður inn til samrøðu

4 tímar síðan
Tíðindi

Tveir stórir sótu eftir um Borg keypti Sanda­vágs Timbur­handil

5 tímar síðan
Tíðindi

Loksins kom liðið hjá Tóka og Jóhannes á sigurskósina aftur

7 tímar síðan
Fótbóltur

Oyggjaleikir: Lutakastið til fótbóltskappingarnar er avgreitt

13 tímar síðan