Svenska uttanríkisráðið kallaði fríggjadagin russiska sendiharran í Stokkhólmi inn til samrøðu.
Tað upplýsir tíðindastovan TT sambært NTB.
Sendiharrin fekk boðini eftir russiska álopið á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv hósdagin.
Í álopinum fingu sendistovurnar hjá Eysturríki og Niðurlondum smærri skaðar.
Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, finst hvassliga at álopunum.
– Vit fordøma hóttanirnar, sum Russland ferð eftir ferð hevur vent ímóti sendifólkum og útlendskum borgarum í Ukraina.
Maria Malmer Stenergard sigur, at Svøríki fordømir eisini áhaldandi og tilvitaðu álopini á sivilfólk og sivil mál í Ukraina.