info
Ongi úrslit

Ein svevur rúsin av sær eftir miðnámsveitslu í Gundadali

Ein miðnámsskúlanæmingur varð handtikin í nátt eftir at vera komin til ilnar við vaktirnar. Annars var lítið hjá løgregluni at gera, hóast nógv fólk vóru bæði á veitsluni og í býnum.

Eirikur Lindenskov
21. november 2026 kl. 09:23

Ein næmingur, sum var á miðnámsveitslu í Gundadali í gjárkvøldið, varð handtikin og svevur nú rúsin av sær hjá løgregluni.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn kom næmingurin í fyllskapi at táttast við vaktirnar á staðnum. Næmingurin var til ampa og ólátaður móti løgregluni og verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Annars gekk stóra tiltakið friðarliga fyri seg, sigur vaktleiðarin. Veitslan byrjaði við einum fótbóltsdysti millum Miðnám á Kambsdali og Glasir og helt síðani fram í einum stórum tjaldi í Gundadali.

Fyriskipararnir væntaðu sambært løgregluni millum 600 og 800 gestir. Løgreglan veit ikki, hvussu nógv vóru á veitsluni, men metir, at talið í minsta lagi var á leið tað, sum fyriskipararnir væntaðu. Tjaldið skuldi vera ruddað klokkan fýra í morgun.

Nógv fólk vóru eisini í býnum í nátt. Løgreglan hjálpti millum annað til at vísa nøkrum fullum fólkum burtur frá Hotel Brandan og koyrdi onkran heim. Vaktleiðarin lýsir náttina sum friðarliga.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Vilhelm fekk reyða kortið

28 minuttir síðan
Tíðindi

Russiski sendiharrin í Svøríki kallaður inn til samrøðu

1 tími síðan
Tíðindi

Tveir stórir sótu eftir um Borg keypti Sanda­vágs Timbur­handil

1 tími síðan
Tíðindi

Loksins kom liðið hjá Tóka og Jóhannes á sigurskósina aftur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Oyggjaleikir: Lutakastið til fótbóltskappingarnar er avgreitt

9 tímar síðan
Hondbóltur

TTH Holstebro vann triðja sigurin á rað

9 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer skoraði heili 11 mál fyri Stoholm

10 tímar síðan
Fótbóltur

Suðuramerika stuðlar Infantino undan FIFA-valinum

11 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum er næstfremst í Rumenia

12 tímar síðan
Tíðindi

Trump hóttir við stórum skatti á dátumiðstøðir uttanlands

12 tímar síðan
Hondbóltur

Vánaliga gongdin hjá Karlskrona heldur fram

13 tímar síðan
Hondbóltur

Hannover-Burgdorf misti sigurin móti dystarenda

13 tímar síðan