Fríggjakvøldið hevði liðið hjá Tóka Fríðrikssyni og Jóhannes Bjørgvin, Stjarnan dyst á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Dysturin í Heklu høllini í Garðabær endaði við, at Stjarnan vann 35-30 á Selfossi. Í steðginum var bert eitt mál á muni. Tá var støðan 16-15 til Stjörnuna. Tóki var noteraður fyri eitt mál.
Stjarnan er nummar átta í deildini við átta stigum. Sigurin á Selfossi var fyrsti sigurin hjá Stjörnuni í fimm dystum.