Eldur er í einum russiskum farmaskipi í Finsku Víkini, eftir at skipið varð rakt av tveimum dronum í morgun.
Tað vátta bæði finskir myndugleikar og russiski guvernørurin í Leningrad-økinum, Aleksandr Drozdenko.
Eftir álopið er skipið rikið inn í finskt sjóøki, men finskir myndugleikar upplýsa, at skipið ikki er til vanda fyri aðra skipaferðslu, og manningin er bjargað.
Sambært estiskum miðlum er talan um farmaskipið, Sparta II.
Finska kringvarpið veit at siga, at skipið er á amerikanska revsilistanum og hoyrir til russiska verjumálaráðið.
Harumframt er upplýst, at skipið siglir við vápnum.
Finska verjan fyrireikar nú eina bjargingarætlan og ger seg til reiðar at forða fyri møguligari dálking og umhvørvisárinum.
Finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo, sigur í einari fráboðan á sosialum miðlum, at finskir myndugleikar handfara støðuna, og at Finland hevur kunnað sínar sameindu um hendingina.
– Kríggið breiðir seg til okkara nærumhvørvi. Ukraina hevur rætt til at verja seg ímóti áleyparanum, skrivar forsætisráðharrin.
Hóast ukrainskar dronur áður hava verið í økinum, ivast norskir hernaðarserfrøðingar í, um dronurnar eru sendar beinleiðis úr Ukraina.
Tom Røseth, sum starvast við norska verjuháskúlan, sigur við norska Tv2, at tað er meira sannlíkt, at dronurnar eru skotnar út frá einum staði nærri skipinum – til dømis frá einum øðrum skipi.
Hann heldur tað vera sera ósannlíkt, at álopið er framt úr einum Nato-landi.
- Bæði Finland og Estland hava sett avmarkingar í verk fyri flog- og sjóferðslu í eystara parti av Finsku Víkini eftir hendingina, veit Tv2.no at siga.
