Tað gongur ímóti endamálinum við frádráttinum, sum skuldi gera tað meira lokkandi at leiga út til fastbúgvandi.
Tað ber til hjá útleigarum at sameina langtíðarleigu og stutttíðarleigu í sama ári og kortini varðveita skattafrádráttin, sum er ætlaður at eggja fólki til at leiga bústaðir út til fastbúgvandi.
Hetta kom fram í Breddanum í Kringvarpinum fríggjadagin.
Skipanin við skattafrádrátti upp á 100.000 krónur skuldi gera tað fíggjarliga meira áhugavert at leiga út til fólk, sum hava tørv á einum føstum bústaði, heldur enn at leiga út til ferðafólk.
Men sambært upplýsingum frá TAKS ber til at skifta millum útleiguformarnar í sama ári.
Ein útleigari kann sostatt leiga út til fastbúgvandi í nakrar mánaðir, siga leigusáttmálan upp undan summarinum og síðan leiga út til ferðafólk, tá eftirspurningurin er stórur.
Tá summarið er av, kann bústaðurin aftur verða leigaður út til fastbúgvandi.
Á henda hátt ber til bæði at fáa inntøkur frá stutttíðarleigu og varðveita møguleikan fyri skattafrádráttinum.
Røkkur ikki endamálinum
Poula á Líðarenda, deildarstjóri í TAKS, greiddi frá reglunum í Kringvarpinum.
Upplýsingarnar vísa, at skattaskipanin ikki í øllum førum tryggjar, at bústaðurin verður tøkur hjá fastbúgvandi alt árið.
Hetta er serliga áhugavert, nú stórur tørvur er á leigubústøðum í Føroyum, og stutttíðarleiga til ferðafólk hevur verið nógv umrødd politiskt.
Løgtingið hevur júst felt uppskot um at geva kommununum størri heimildir at avmarka stutttíðarleigu.
Spurningurin er tí, um landsstýrið nú fer at broyta skattareglurnar, so frádrátturin í størri mun verður treytaður av, at bústaðir verða leigaðir út til fastbúgvandi.
Grímur Sundstein, landsstýrismaður, Margit Stórá, landsstýriskvinna, og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinna, vóru eisini við í orðaskiftinum í Breddanum fríggjadagin.