info
Ongi úrslit

Eldur í hjalli á Skála

Roynt varð at sløkkja við havaslangu, tá ið eldur kom í ein hjall í gjáramorgunin. Umleið tíggju minuttir eftir fráboðanina var sløkt.

Eirikur Lindenskov
2. november 2026 kl. 09:30

Umleið klokkan 10.30 í gjár fekk løgreglan boð um eld í einum hjalli á Skála.

Ein persónur á staðnum royndi at sløkkja við einari havaslangu, og sløkkiliðið varð boðsent. Tað gekk skjótt at fáa tamarhald á eldinum, og umleið tíggju minuttir eftir fráboðanina var sløkt.

Beint fyri klokkan 18 kom eisini ein fráboðan um møguligan eld í sambandi við vegarbeiði á Tvøroyri. Ein persónur hevði sæð neistar og hoyrt brestir.

Tað vísti seg at stava frá leidningum, sum vóru fríttlagdir. Átaksleiðarin fór á staðið og tók sær av málinum.

Løgreglan fekk eisini fráboðan um herverk á ein bil í Skopun í gjáramorgunin. Eigarin hevði varnast, at bilurin var fluttur og hevði fingið fleiri skøvur í lakkið.

Hetta skal vera hent náttina fyri. Lyklarnir vóru ikki í bilinum, og mett verður, at hann helst er skumpaður.

Beint eftir klokkan 19 í gjár varð ein patrulja send til eitt privat heim í norðurøkinum, har ein persónur sambært fráboðanini var óður og tveitti lutir inni í húsinum.

Talan var um eitt par, sum var farið at klandrast. Annar parturin varð burturvístur og koyrdur til familju aðrastaðni.

Løgreglan var eisini við róðrarneystið á Argjum, eftir at boð komu um, at ein persónur lá og svav har. Løgreglufólk vaktu viðkomandi, so hann kundi koma heim.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Tað verður ókeypis atgongd á Tórsvølli

9 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: FSF tíðindafund

21 minuttir síðan
Tíðindi

Sannlíkt at 2000 út­lend­ing­ar kunnu fáa var­andi uppi­halds­loyvi

25 minuttir síðan
Fótbóltur

Fýra stig til HB og fýra stig til B36

27 minuttir síðan
Tíðindi

Læt kortupp­lýs­ingar og misti fleiri tús­und krónur

2 tímar síðan
Fótbóltur

FSF heiðraði Jens Midjord fyri drúgva tænastu

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra funnin deyð eftir vanlukku á norskum boripalli

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður í røðu: Eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu

2 tímar síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri rús­drekka­koyr­ing eft­ir óhapp við Leirvíks­tunnilin

2 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðs­hóp­ur­in verð­ur kunn­gjørd­ur klokkan 10

3 tímar síðan
Tíðindi

Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 106 milliónum

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

10 tímar síðan