info
Ongi úrslit

FSF heiðraði Jens Midjord fyri drúgva tænastu

Tað byrjaði longu í 1975, tá Jens Midjord tók dómaraprógv

Mynd: Rói Sørensen
Heri Á. Simonsen
2. november 2026 kl. 08:15

FSF skrivar:

- Undan dystinum millum HB og B36 leygardagin varð Jens Midjord heiðraður fyri trúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama

——————

Leygardagin, áðrenn Eiler Rasmussen floytaði dystin í MeistaraDeildini hjá monnum millum HB og B36 í gongd, varð Jens Midjord heiðraður fyri trúfesti, álit og trúgva og drúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama.

Tað byrjaði longu í 1975, tá Jens Midjord fyrst tók dómaraprógv, og síðani fór undir at døma dystir í føroysku kappingini.

Men hóast Jens var virkin sum dómari og hjálpardómari í nógv ár, so er tað sum dómaraeygleiðari, ið vit kenna hann best.

Fyrsti dystur sum eygleiðari var í 1998, og næstu 25 árini, til 2023 eygleiddi Jens Midjord omanfyri 400 dystir í fremstu deildini.

Fótbóltssamband Føroya vil við hesum takka Jens Midjord fyri trúfesti, álit og trúgva og drúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Læt kortupp­lýs­ingar og misti fleiri tús­und krónur

41 minuttir síðan
Tíðindi

Fýra funnin deyð eftir vanlukku á norskum boripalli

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður í røðu: Eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu

1 tími síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri rús­drekka­koyr­ing eft­ir óhapp við Leirvíks­tunnilin

1 tími síðan
Fótbóltur

Landsliðs­hóp­ur­in verð­ur kunn­gjørd­ur klokkan 10

2 tímar síðan
Tíðindi

Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 106 milliónum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

8 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

8 tímar síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

9 tímar síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

9 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

10 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

10 tímar síðan