Løgreglan hevur skuldsett ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring og fyri at hava rent á tveir bilar í tveimum óhappum við Leirvíkstunnilin leygarkvøldið.
Sambært nýggjastu upplýsingunum frá løgregluni hendi fyrra óhappið inni í tunlinum. Har rakti bilførarin síðuna á einum øðrum bili, men steðgaði ikki og koyrdi víðari av staðnum.
Tá ið hann kom úr tunlinum leirvíksmegin, rendi hann á ein annan bil. Hesin samanstoyturin var meira frontalur, og bilurin, sum varð árendur, fekk stóran skaða.
Talan var sostatt um tvey ymisk óhapp við sama bilførara.
Sum in.fo skrivaði sunnudagin, var tunnilin stongdur í umleið hálvan annan tíma, meðan arbeitt varð á staðnum og bilarnir vórðu fluttir burtur.
Í fyrstu fráboðanini leygarkvøldið varð upplýst, at sjey fólk vóru í teimum trimum bilunum, og at trý vóru flutt á sjúkrahús.
Løgreglan upplýsir nú, at eingin fekk fólkaskaða.