Í morgun klokkan 10, verður tíðindafundur í Trinstovuni á Tórsvølli, har Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunnger hópin til komandi UEFA Nations League-dystirnar ímóti Slovakia og Moldova.
Tíðindafundurin er almennur, og øll eru vælkomin. FSF heitir á miðlar og onnur áhugað um at nýta inngongd I.
Frá klokkan 9.30 bjóðar FSF morgunmat.