info
Ongi úrslit

Løgmaður í røðu: Eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu

Í gjár flutti løgmaður, Beinir Johannesen, fram røðu í sambandi við minningardag teirra sjólátnu á allahalganna degi 1. november.

Eirikur Lindenskov
2. november 2026 kl. 07:55

Røðan kann lesast niðanfyri: 

Góðu tit øll,

Tað verður ofta sagt, at tað er eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu.

Í dag rógva vit aftur á søgu teirra sjólátnu. Søga, sum vit skulu kenna.

Virða.

Og minnast við sorgblídni og takksemi.

Tí hvat eru vit, um vit eru søguleys og uttan fyrilit fyri teimum, sum undan okkum fóru?

Tað er fáur føroyingur, sum ikki hevur søgur frá sjónum tætt knýttar at sær.

Flestar søgur eru minniligar, tí yrkið á sjónum hevur verið við til at geva Føroyum og føroyingum ta framgongd og vælstand, vit uppliva í dag.

Men tað eru eisini daprar lagnur á sjónum, sum vit á hvørjum ári á hesum degi minnast.

Bæði staðbundið kring Føroyar - og her á almenna minningarhaldinum í dag.

Sjálvur eri eg ikki nakað eindømi hesum viðvíkjandi. Eisini í mínari ætt finnast góðar og minni góðar lagnur á sjónum.

Og tað er við hesum í huga, at eg í dag vil draga fram gleðileysu jólini í Norðoyggjum í 1913, tá tríggir bátur gingu burtur við 19 monnum tollaksmessudag.

7 við Skarðsbátinum, 6 við Kunoyarbátinum og 6 mans við Norðdepilsbátinum.

Ein hending, sum liggur mær nær, tí fleiri av teimum sjólátnu vóru ættarfedrar mínir.

Tað sigur seg sjálvt, at fá kunnu siga frá skelkinum, sorgini og sakninum, sum hesin vanlukkudagurin bar bygdunum.

Tí fyri Skarðsbygd bleiv hetta eisini byrjanin til endan. Nøkur ár eftir doyði bygdin út.

Tað er eingin loyna, at tað liggur nógv á teimum, sum sita eftir, tá slíkar vanlukkur raka.

Og í teimum førunum, eg sjálvur havi fingið sorgarfullar søgur úr sjónum endurgivnar, eru tað fyrst og fremst kvinnurnar í bygdini, sum eiga heiðurin av, at heilar bygdir reisa seg og liva víðari í dag.

Soleiðis verða vit mint á, hvørjum vit eru runnin av.

Soleiðis skulu vit støðugt steðga á og líta aftur.

Soleiðis skulu vit minnast.   

Tí fyri mong, kanska serliga í mínum ættarliði og yngri, er tað trupult at vita um upphavið uttan, at nakar hevur greitt okkum frá tí.

Og tað er tí av alstórum týdningi, at ættarlið aftaná ættarlið halda fram at greiða frá upphavinum og ikki minst skjalfesta tað.

Hendir tað ikki, verða vit søguleys og liva í dagligum streymi av blinkandi søguleysum boðum.

Uttan at steðga á. Uttan at minnast.

Og verða tá eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu.

Góðu tit øll,

Síðan allahalgannadag í fjør er ein føroyingur farin á sjónum:

Eyðfinn Rólant Johansen úr Miðvági andaðist 14. desember 2025 umborð á partrolaranum Stelki, 69 ára gamal.

Við hesum orðum fari eg, vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina, at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.

Jesus veri hjá tykkum øllum! Saman drýpa vit høvur í sorg. 

Friður veri við minni hansara.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Læt kortupp­lýs­ingar og misti fleiri tús­und krónur

17 minuttir síðan
Fótbóltur

FSF heiðraði Jens Midjord fyri drúgva tænastu

32 minuttir síðan
Tíðindi

Fýra funnin deyð eftir vanlukku á norskum boripalli

45 minuttir síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri rús­drekka­koyr­ing eft­ir óhapp við Leirvíks­tunnilin

1 tími síðan
Fótbóltur

Landsliðs­hóp­ur­in verð­ur kunn­gjørd­ur klokkan 10

1 tími síðan
Tíðindi

Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 106 milliónum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

8 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

8 tímar síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

9 tímar síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

9 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

9 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

10 tímar síðan