Boðini um ein peningavinning endaðu við, at ein persónur misti nakrar túsund krónur.
Viðkomandi hevði fingið boð á sosialum miðlum um, at viðkomandi hevði vunnið pengar. Í boðunum var ein leinkja, sum viðkomandi trýsti á og síðani læt kortupplýsingar.
Tað hevði við sær, at viðkomandi misti nakrar túsund krónur, upplýsir løgreglan.
Vaktleiðarin heitir á fólk um at vera varin, tá ið tey fáa slík boð.
– Er tað ov gott til at vera satt, lat vera við at trýsta á, sigur vaktleiðarin.