info
Ongi úrslit

Er løgmaður so sannførdur um samstarv við Russland?

– Er tað nú rætt, sum løgmaður sigur, at Løgtingið vil hava samstarv við Russland?

Eirikur Lindenskov
27. februar 2024 kl. 23:06

Á tingfundinum í morgin, har munnligir spurningar eru á skránni, fer Jenis av Rana, løgtingsmaður, at spyrja løgmann nærri um tað, sum hann í útvarpinum segði um, at ein meiriluti í Løgtinginum vil hava samstarv við Russland.

Jenis av Rana vísir á, at Løgtingið als ikki hevur tikið støðu til hetta samstarv, og tí setir hann Aksel V. Johannesen, løgmanni, hesar spurningar:

1. Kennir løgmaður seg veruliga sannførdan um, at ein meiriluti av løgtingslimum vil samstarv við Russland?

2. Átti ein so avgjørd útsøgn ikki at bygt á útsagnir ella atkvøðugreiðslu um málið, har hvør einstakur løgtingslimur fekk høvið at atkvøða?

3. Áttu løgtingslimir ikki, t.d. við einari  atkvøðugreiðslu, at fingið møguleika at tikið støðu til spurningin um samstarv við Russland, so Føroyar harvið kundu sent ein greiðari boðskap til heimin um hetta álvarsmál?

Í viðmerking til spurningin vísir Jenis av Rana á, at fríggjadagin í farnu viku hevði útvarpið hjá Kringvarpi Føroya samrøðu við løgmann, sum júst var afturkomin av trygdarráðstevnu í München. M.a. segði løgmaður frá trimum viðurskiftum, sum stóðu eftir hjá honum eftir hesa ráðstevnu: at »vesturheimurin stendur saman um Ukraina«, at »Russland er eitt óhugnaligt einaveldi, sum ikki virðir mannalív, landamørk ella altjóða lóg« og at »støðan í heiminum er vorðin meira ótrygg, og ein stórur partur av vesturheiminum sær eisini Russland sum eina hóttan«.

– Síðani legði løgmaður hesi orð afturat um samstarvið við Russland:… »eg haldi ikki, at vit áttu at havt tað samstarvið, men ein meiriluti av Løgtinginum vil í hesum førinum nakað annað«, sigur Jenis av Rana.

– Sum eg skilji, so byggir løgmaður hesa meting sína á m.a. ráðførsluna, sum var við Uttanlandsnevndina um fiskiveiðiavtalu við Russland í november 2023. Men spurningurin er, um løgtingslimir heldur áttu at fingið møguleika at tikið støðu til málið, t.d. við eini atkvøðugreiðslu. Tí verða hesir spurningar settir løgmanni, sigur Jenis av Rana.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

18 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

16 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Leita eftir heimsins besta varaleiðara

4 minuttir síðan
Tíðindi

Óvanliga nógv kavi í Andesfjøllunum í Kili

21 minuttir síðan
Tíðindi

Ress spa er ársins vinnuátak

58 minuttir síðan
Tíðindi

Warren Buffett gevst sum nevndarformaður

1 tími síðan
Tíðindi

Útgávukonsert við Stanley á Reinsríinum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Í morgin ger Fólkakirkjan ein stóran feil

2 tímar síðan
Tíðindi

Marius Ziska við bólki í Løkhøll

2 tímar síðan
Tíðindi

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

3 tímar síðan
Minningarorð

Minningarorð um Bjarnvarð í Dali

3 tímar síðan
Tíðindi

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka

3 tímar síðan
Tíðindi

Næsta ár verður FMA hildið í Løkshøll

4 tímar síðan
Tíðindi

Hildið verður fram í Miðalsbrekku

4 tímar síðan