info
Ongi úrslit

Hildið verður fram í Miðalsbrekku

Í dag eru umleið 90 sethús í Miðalsbrekku, umframt aðrir bygningar. Haraftrat eru fleiri nýggj sethús ávegis

Vilmund Jacobsen
18. september 2026 kl. 11:24

- Nú verður hildið fram við at gera gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast.

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.

Í fjør fór kommunan undir at gera fyrstu gongubreytina í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi til barnagarðin, Gjáarlon.

- Ætlanin er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið verður runt á øllum vegum í Miðalsbrekku um fýra ár.

Í Vestmanna kommunu vita tey at siga, at fyrsta húsið í Miðalsbrekku varð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin nógv.

- Í dag eru umleið 90 sethús her, umframt aðrir bygningar. Haraftrat eru fleiri nýggj sethús ávegis.

Lagt verður aftrat, at arbeiðið byrjar í næstum og væntast at taka umleið tvær vikur - alt eftir, hvussu veðrið háttar sær.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

15 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

12 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka

14 minuttir síðan
Tíðindi

Næsta ár verður FMA hildið í Løkshøll

37 minuttir síðan
Tíðindi

Formula hevur vunnið rammusáttmála um teldur til almenna geiran

48 minuttir síðan
Tíðindi

Vinjar við egnum tónleiki í Listastovuni

1 tími síðan
Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting

1 tími síðan
Tíðindi

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

1 tími síðan
Tíðindi

Maður deyður í hávaálopi í Avstralia

1 tími síðan
Tíðindi

Skipanes til Hongkong at umvælast

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti Skála ÍF

2 tímar síðan
Lesarabrøv

At sleppa at luttaka!

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður fer ikki upp í stríð um tæn­astu­boð­

3 tímar síðan
Tíðindi

Nógv dýrari hjá íbúgvum at parkera í miðbýnum

5 tímar síðan