Havrnnsóknaraskipið Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka í døgunum, 8.-15. september, og tiknar vórðu vóru allar tær 29 trolstøðirnar.
- Minni var at fáa av toski í heyst enn í fjør. Miðalveiðan var um 85 kilo fyri hvønn troltíma samanborið við um 190 kilo í fjør.
Havstovan vísir á, at hetta er triðja árið á rað, at nøgdin minkar eftir høga virðið í 2023.
- Umframt stóra toskin var eisini nakað at fáa av smærri toski, sum var um 30-40 semtimetrar til longdar - og av toski, sum var millum 60-80 sentimetrar til longdar.
Hetta bendir á, halda tey á Havstovuni, at yngri fiskur er á veg inn í stovnin, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu stór tilgongdin er.
- Toskurin á Føroyabanka er nakað rak, serliga tann størri toskurin, verður lagt aftrat.
Túrurin hjá Jákup Sverra vísti, at tað framvegis er nógv hýsa at fáa á Bankanum, hóast nøgdin var minni enn í fjør.
- Hýsan var spjadd víða um Bankan og tykist sum heild at vera í góðum holdum.
Lagt verður aftrat, at óvanliga nógv var at fáa av upsa, og miðalveiðan var tann hægsta í tíðarrøðini.
- Hetta komst tó í stóran mun av einum sera stórum háli. Eisini var nógv at fáa av gulllaksi, serliga í einum háli sunnarlaga á Føroyabanka, siga tey á Havstovuni.