info
Ongi úrslit

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

Tað eydnaðist THW Kiel at vinna tepran eittmálssigur á heimavølli

Heri Á. Simonsen
15. oktober 2026 kl. 20:10

Í kvøld gekk tað akkurát hjá liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel.

Í heimadystinum í týsku bundesliguni vann THW Kiel tepran 37-36 sigur á Rhein-Neckar Löwen, ið var á odda 20-19 í steðginum.

Eric Johansson skoraði sigursmálið upp á brotskast í allarseinasta sekundinum av dystinum.

Elias fekk veruliga møguleikan seinastu løtuna, og í teimum seinastu átta minuttunum skoraði Elias trý mál upp á tríggjar málroyndir, og hann vann eisini liðnum eitt brotskast. Samlaða spælitíðin hjá Eliasi gjørdist 19 minuttir í kvøld.

THW Kiel er fyribils fremst í deildini við 17 stigum fyri 10 dystir. Flensburg-Handewitt hevur 15 stig og SC Magdeburg hevur 14 stig, men tey bæði liðini hava leikt tveir dystir færri enn THW Kiel.

Sunnudagin klokkan 14 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli móti Flensburg-Handewittt. Mánakvøldið klokkan 18 spæla Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf dyst á útivølli móti Balingen-Weilstetten.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

12 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

23 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

44 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

59 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

1 tími síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

1 tími síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

2 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

2 tímar síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

3 tímar síðan
Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

4 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina sigur seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør

4 tímar síðan
Tíðindi

At spæla við eld

4 tímar síðan
Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

6 tímar síðan