Eisini í aðru royndini í Burn Mansdeildini mátti EB lúta.
Í fyrsta søguliga dystinum á útivølli móti Neistanum tapti EB 21-38.
Í kvøld vóru eiðismenn aftur á útivølli. Hesaferð í høllini í Kollafirði.
EB tapti í kvøld 25-36 fyri KÍF, ið var á odda 20-13 í steðginum. Eitt væl frægari úrslit hjá eiðismonnum í mun til fyrsta dystin.
Victor K. Thomadsen var stórskjútti hjá KÍF, og skoraði heili 14 mál. Toppskjútti hjá EB við seks málum var Jóan Petur Mortensen.
Aftaná tveir dystir hava kollfirðingar tvey stig. Eiðismenn hava enn fyrsta stigið til góðar.
Í annaðkvøld klokkan 18 hittast Team Klaksvík og Neistin í Badmintonhøllini í Klaksvík.