info
Ongi úrslit

Vil hava svar um aldursmark á sosialum miðlum

Magni Højgaard spyr landsstýrismannin í mentamálum, hvussu gongur við arbeiðinum at seta aldursmark á sosialar miðlar, og um ein app kann brúkast til at vátta aldurin hjá brúkarunum.

Eirikur Lindenskov
15. september 2026 kl. 19:12

Hvussu langt er arbeiðið komið at seta aldursmark á sosialar miðlar í Føroyum?

Tað vil Magni Højgaard, løgtingsmaður, hava at vita frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning um sosialar miðlar og avmarkingar.

Løgtingsmaðurin spyr eisini, um arbeitt verður við ítøkiligum tiltøkum, og hvørjar sosialar miðlar eitt aldursmark kann fara at fevna um.

Harumframt vil hann vita, um arbeitt verður við einari loysn, til dømis einari app, sum kann vátta aldurin hjá teimum, ið rita inn á sosialar miðlar.

Vísir á svøvn, atburð og lesing

Í viðmerkingunum vísir Magni Højgaard á, at nógv verður tosað um børn og sosialar miðlar.

Hann nevnir millum annað vandan fyri, at børn verða lokkað inn í netverk á netinum og koma í samband við vandamiklar persónar. Eisini vísir hann á umrøðuna av, hvussu óavmarkað atgongd til snildtelefonir og sosialar miðlar kann ávirka binding, atburð og svøvn hjá børnum og ungum.

Løgtingsmaðurin tekur eisini støði í kjakinum um PISA-kanningina. Har eru sosialir miðlar, skíggjar og alnótin nevnd sum viðurskifti, ið kunnu hava við sær, at børn og ung lesa ov lítið, vísir hann á.

Heldur talgilda loysn vera møguliga

Magni Højgaard vísir til Danmarkar, har ein app til at vátta aldurin hjá brúkarum hevur verið umrødd. Endamálið er at forða børnum undir einum ásettum aldursmarki í at rita inn á sosialar miðlar.

Hann heldur, at ein líknandi loysn eigur at vera møgulig í Føroyum, har vit longu hava Vangan og Samleikan.

Samstundis leggur hann dent á, at stóru pallarnir, eitt nú Snapchat og TikTok, mugu samstarva og taka ábyrgd.

Fyrispurningurin varð settur á Løgtingi 15. september.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

8 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

André Olsen hevur tikið út U19-landsliðshópin

0 minuttir síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin var millum toppskjúttarnar hjá CSM Bukarest

40 minuttir síðan
Tíðindi

Merz vil gera inntriv móti methøgum brennievnisprísum

1 tími síðan
Tíðindi

Umhvørvisstovan, quo vadis 1 (av minst 5)

2 tímar síðan
Tíðindi

Skifta graslíki á FIFA-vøllinum í Skopun

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur Copernicus-fylgisveinur sendur út í rúmdina

3 tímar síðan
Tíðindi

»Lokkarin í nýggjum klæðum«

4 tímar síðan
Tíðindi

Effo hevur keypt oljufelag í Hirtshals

4 tímar síðan
Tíðindi

Almannaverkið fær undantak: Keypir bensinbil í staðin fyri elbil

4 tímar síðan
Tíðindi

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin

4 tímar síðan
Tíðindi

Danmark ætlar at seta ferða­fólka­skatt á gist­ing og ferða­manna­skip

5 tímar síðan
Tíðindi

Akustiskar konsertir við Elinborg

7 tímar síðan