info
Ongi úrslit
© Toby Shepheard/Reuters.
Løgreglan hevur sperrað ein veg nærindis floghernaðarstøðini Fairford í Gloucestershire, eftir at fimm menn eru handtiknir.

Fimm hand­tikn­ir við hern­að­ar­flog­støð leys­latnir

Fimm menn, sum vórðu handtiknir nærindis bretsku flogstøðini RAF Fairford, eru leyslatnir móti veðhaldi eftir umfatandi avhoyringar. Teir eru undir illgruna fyri at hava fyrireikað eitt yvirgangsálop.

Eirikur Lindenskov
28. september 2026 kl. 16:30

Fimm menn, sum í gjár vórðu handtiknir nærindis RAF Fairford-flogstøðina í Bretlandi, eru leyslatnir móti veðhaldi.

Tað upplýsir Laurence Taylor, leiðari fyri bretsku antiterrorløgregluna, sambært BBC og Reuters.

Menninir verða leyslatnir eftir tað, sum løgreglan lýsir sum umfatandi avhoyringar.

Teir eru kortini framvegis undir kanning, og málið er ikki liðugt kannað, undirstrikar Laurence Taylor.

Bretska løgreglan hevur áður upplýst, at teir fimm menninir eru undir illgruna fyri at hava fyrireikað eitt yvirgangsálop.

Antiterrorløgreglan segði fyrr í dag, at ein »sera torgreidd og umfatandi løgregluatgerð« framvegis er í gongd.

RAF Fairford er ein bretsk flogstøð, sum eisini verður brúkt av amerikanska herinum.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

18 tímar síðan

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

5 minuttir síðan
Tíðindi

Tøknin gevur og tekur

1 tími síðan
Tíðindi

Aksel leggur uppskot til fíggjarlóg fram mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Undirvísingar­stýr­ið og Nám verða løgd saman

2 tímar síðan
Tíðindi

Tiltrongdar dagføringar á spæliplássi

2 tímar síðan
Tíðindi

12 tilflytarar møttu til fyrsta fundin á Kambsdali

3 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti stórt fyri Írlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Í mista lagi 33 dripin í Myanmar

3 tímar síðan
Tíðindi

Kvøldseta um etiska landslagið

4 tímar síðan
Tíðindi

Urtagarðurin hjá John Havn er vakrast í Klaksvík

4 tímar síðan
Tíðindi

Andreas Norlén heldur fram sum formaður í Ríkisdegnum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Føroyar hava tvær ferðir leikt javnt í Chișinău

5 tímar síðan