info
Ongi úrslit

12 tilflytarar møttu til fyrsta fundin á Kambsdali

Endamálið við fundinum var at geva nyttugar upplýsingar um føroyska samfelagið, mentan, gerandislív, rættindi og ábyrgdir

Vilmund Jacobsen
28. september 2026 kl. 14:23

Hóskvøldið hin 24. september var fyrsti upplýsingarfundurin fyri tilflytarar í Integratión Norð/ Eystur, har Sóley Sjúrðaberg integratiónssamskipari, kunnaði um lívið í Føroyum og møguleikarnar fyri at gerast virknir limir í samfelagnum.

- Umleið 12 tilflytarar møttu til hendan fyrsta kunningarfundin, sum varð hildin í Miðnámi á Kambsdali. Endamálið við fundinum var at geva nyttugar upplýsingar um føroyska samfelagið, mentan, gerandislív, rættindi og ábyrgdir.

Soleðis verður sagt á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at fundurin eisini gav møguleikar at læra um almennu tænasturnar, at hitta onnur nýkomin og at gerast partur av lokala samfelagnum.

Sóley Sjúrðaberg, integratiónssamskipari, fegnast um, at fundurin eydnaðist sera væl - at fleiri tilflytarar møttu og luttóku aktivt, har tey lutaðu sínámillum spurningar, royndir og sjónarmið.

– Samrøðurnar staðfestu ein sterkan áhuga í at læra meir um lívið í Føroyum og at gerast virknir limir í samfelagnum.

Integratión NorðEystur hevur fyri fáum døgum síðan fingið nýggja heimasíðu - www.ine.fo - har øll kunning, sum er viðkomandi fyri tilflytarar og onnur áhugað, verður savnað.

Sagt verður, at Integratión Norð/ Eystur fevnir um Fuglafjarðar kommunu, Eysturkommunu, Klaksvíkar kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu, Viðareiðis kommunu og Fugloyar kommunu.

- Næsti kunningarfundur verður í Miðnámi á Kambsdali hóskvøldið hin 29. oktober frá klokkan 18:20-19:20, verður sagt á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

16 tímar síðan

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tiltrongdar dagføringar á spæliplássi

30 minuttir síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti stórt fyri Írlandi

52 minuttir síðan
Tíðindi

Í mista lagi 33 dripin í Myanmar

1 tími síðan
Tíðindi

Kvøldseta um etiska landslagið

1 tími síðan
Tíðindi

Urtagarðurin hjá John Havn er vakrast í Klaksvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Andreas Norlén heldur fram sum formaður í Ríkisdegnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Føroyar hava tvær ferðir leikt javnt í Chișinău

2 tímar síðan
Tíðindi

Gos broytti skap á kendari gosoyggj

3 tímar síðan
Tíðindi

Stuðul til ting­for­mann fær And­ers­son at gev­ast við stjórn­ar­royndini

3 tímar síðan
Tíðindi

Russland leggur til rættis sabotasjuatgerðir í Evropa

4 tímar síðan
Tíðindi

Heil oyggj í Hetlandi er sett til sølu

4 tímar síðan
Tíðindi

Skrúvu­guðs­tæn­ast­ur­nar byrja aftur

4 tímar síðan