Dagføringar skulu nú gerast á spæliplássinum hjá Hvalbiar kommunu á Heyggi í Hvalba.
- Í samband við dagføringina verður sandkassin tikin burtur, og í staðin verður ein lítil fótbóltsvøllur bygdur.
Í Hvalbiar kommunu siga tey, at rugguhestarnir eisini verða skiftir út, og eitt nýtt klatritorn verður sett upp mitt á spæliplássinum.
- Trambolinin verður eisini sett upp aftur, og nýtt fallundirlag verður lagt á fyri at økja um trygdina hjá børnunum.
Í Hvalbiar kommunu leggja tey aftrat, at veitarin kemur suður í næstum at montera.