Í minsta lagi 33 fólk eru í dag dripin í einum loftálopi nærindis einum marknaði í Myanmar.
Tað veit Reuters at siga í dag.
Álopið var í Rakhine-landslutinum nærindis markinum til Bangladesh.
Umframt tey deyðu, vórðu 36 fólk særd í álopinum.
Reuters veit at siga, at tað var eitt flogfar hjá landsins hernaðarjuntu sum leyp á.
Sum skilst, var álopið langt burtur úr teimum økjum, har borgarakríggj herjar í Myanmar.