Etiska ráðið skrivar, at kvøldsetan snýr seg um, hvussu vit bera okkum at, tá vit skulu taka støðu til etiskar spurningar. Hvat er tað sum ger, at nakað er rætt ella skeivt, og hvat meina vit í grundini við hesum hugtøkunum? Við øðrum orðum: Hvat er etikkur?
Jógvan D. Hansen, námslektari, fer hetta kvøldið at geva eina yvirskipaða rundferð í etiska landslagnum. Eftir framløguna verður samrøða millum Jógvan og Arna Zachariasen, guðfrøðing. Høvi verður at seta spurningar og taka lut í samrøðuni.
Tiltakið er ókeypis