Endamálið er, at vitlíki verður nýtt á ein námsfrøðiliga, fakliga og etiskt væl grundaðan hátt, sum styrkir læring, fakliga menning og sjálvstøðuga hugsan. Menniskjað skal ráða yvir tøknini – ikki øvugt.
Bárður á Lakjuni heldur, at vit missa nógv, um vit lata tøknina gera kreativt arbeiði fyri okkum.
- Tøknin tekur nógv frá okkum, eitt nú í hugvísindi og í skapandi arbeiði. Vit frá at hugsavna okkum og brúka skapanarevnini, til at biða vitlíki skriva stílar og sangir, og gera myndir. Eg síggi hetta sum eina hóttan ímóti okkara evnum. Mannaættin hevur altíð loyst uppgávur við sínum egna sinni, og nú verður tað vitlíki sum hugsar fyri okkum.
-
©
Avbjóðingin við vitlíki er stór í undirvísingargeiranum, og tí fegnast landsstýrismaðurin um nýggju strategiina sum er komin
- Tað nyttar ikki at stinga høvdið í sandin, sjálvt um man kundi hugsa sær tað viðhvørt. Persónliga haldi eg, at vit skulu ansa eftir, hvussu nógv vitlíki vit taka í skúlan, serliga barnaskúlan, tí eg meti, at lesing, rokning og skriving, og eisini kreativu og sosialu føleikarnir, eru heilt grundleggjandi fyri eitt menniskja