Aftaná tríggjar sigrar og tveir javnleikir var landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen fyri fyrsta tapinum við liði sínum, IFK Skövde í bestu svensku hondbóltsdeildini.
IFK Skövde tapti í dag á útivølli 29-35 fyri Malmö. Í fyrra hálvleiki var IFK Skövde væl við, og var støðan javnleikur 13-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki var heimaliðið omaná.
Pauli hevur staðið væl í fleiri dystum fyri IFK Skövde, men í dag gjørdist bert talan um tríggjar bjargingar í 27 málroyndum. Tó bjargaði Pauli einum brotskasti.
IFK Skövde er nummar seks í deildini við 10 stigum. Malmö er fremst við 13 stigum.
Mikukvøldið klokkan 19 fer Pauli saman við Aleksandar "Sasja" Lacok at verja málið hjá Føroyum, ið skal royna at koma væl frá landi í EM-undankappingardysti móti Kosovo í undanbólki 4, har Ungarn og Montenegro eru hini bæði mótstøðuliðini.