info
Ongi úrslit

Fleiri innbrot í svensku rúsdrekkasølurnar

Tjóvar fara ofta eftir reiðum peningi og dýrum rúsdrekka, tá teir gera innrás í handlum hjá Systembolaget í Svøríki.

Eirikur Lindenskov
7. august 2024 kl. 20:43

Almenni rúsdrekkahandilin í Svøríki, Systembolaget, hevur seinastu mánaðirnar verið raktur av hópin av innbrotum í sunnara parti av landinum.
Tilsamans 11 ferðir hava fólk lopið á handlar hjá Systembolaget.
Tað skrivar svenski public service miðilin SVT í dag.
Løgreglan kannar nú, um samband kann vera millum mongu innbrotini.
Teir fyrstu handlarnir, sum vóru mál fyri innbrotum, eru í Broby og Sölvesborg. Innbrot var her 30. apríl.
Síðani hava verið fleiri innbrot. Handlarnir eru í Hallandi, Skåne, Blekinge, Västergötlandi og Smålandi.
Fleiri løgregludeildir arbeiða saman um at finna gerningsmenninar. Men enn er ov tíðliga at siga, um tað eru tey somu fólkini, sum standa aftan fyri øll innbrot.
Løgreglan vil ikki gera nærri viðmerkingar til málini.
Talsfólk hjá løgregluni vilja heldur ikki siga, júst hvat er stolið.
- Yvirhøvur er tað í hesum slagnum av innbroti ofta reiðurpeningur, sum er tað fremsta, leitað verður eftir, men eisini dýrari og fínari sløg av rúsdrekka, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, Nils Norling, við SVT.
Norling sigur víðari, at løgreglan er sera fegin um at fáa tips frá almenninginum.
Hetta kundi til dømis verið, um onkur hevur sæð akfør ella fólk í sambandi við innbrotini.
Talsmaðurin sigur, at sjálvt teir minstu smálutirnir kunnu hava áhuga hjá løgregluni, tí teir kunnu vera eitt "týdningarmikið stykki í putlispælinum" at koma víðari.
Systembolaget, sum hevur einkarrætt at selja – eins og Rúsdrekkasøla Landsins í Føroyum – varð stovnað í 1954. Tað varð stovnað fyri at avmarka skaðan, sum stendst av rúsdrekkanýtslu.
Systembolaget hevur millum annað skyldu at kunna um váðan við at drekka rúsdrekka og nýtir ikki útsøluprísir á sínum vørum.

/ritzau/TT

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

6 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

6 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

7 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

7 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

7 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

8 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

9 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

9 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

9 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

10 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

10 tímar síðan