info
Ongi úrslit

Føroya besti tænari John Mikkelsen deyður

Í morgun bórust deyðsboðini av John Mikkelsen, tænara og ímynd av matstovunum heima í Havn. Hann andaðist á Landsjúkrahúsinum í morgun einans 50 ára gamal.

Jónas Edvard Lindenskov Schiller
19. februar 2025 kl. 16:51

Góði John, tað var ómetaliga hugtungt í morgun at frætta, at tú hevur lagt árarnar inn. Tað kennist púra óveruligt, at tú ikki ert millum okkum meir - eg hvakk við, tá ið eg hoyrdi syrgiligu deyðsboðini. Tað eru ikki meira enn fýra dagar síðan, at við báðir skrivaðu saman, sum vit so javnan gjørdu, har tú legði upp til at skipa fyri einum túri til Keypmannahavnar at vitja Søllerød Kro. 

Tað eru seks ár síðan, at eg byrjaði at starvast saman við tær á Áarstovu, og eg minnist so væl, hvussu væl tú tók ímóti mær. Tað var skjótt hjá mær at leggja til merkis, hvussu fyrimyndarligur og innbjóðandi tú var bæði yvir fyri starvsfelagum og ikki minst “gestunum” - tú var altíð til reiðar við einum smíli at minna okkum á, at Áarstova hevur nevniliga ongar kundar, men vit hava gestir, og tað haldi eg prógvar tín “service-minded” hugburð. Tað var ongantíð nakað, sum ikki bar til í Áarstovu, tá tú var har - um ein gestur ynskti nakað serligt, ella vinfólk hjá mær ynsktu borð eitt fultbókað leygarkvøld, so “fixaði” John tað altíð.

Tað tók ei heldur langa tíð hjá okkum báðum at knýta vinarbond. Tað er eingin ivi um, at tað var góð kemi millum okkum, har vit kundu skifta orð okkara millum um alt frá Churchill til Casablanca. Vit høvdu tí fleiri felagsáhugamál og vit plagdu at kappast um at endurgeva sitatir úr filmum so sum Wall Street, Godfather, Scarface, Sour Grapes, Goodfellas og Pulp Fiction.

Hóast eg flutti niður fyri hálvum øðrum ári síðani, hava vit báðir verið dugnaligir at hildið samband saman, og vit hittust hvørja ferð, eg var í Føroyum. Tað eru ikki meira enn fýra vikur, síðan Hjalmar, tú og eg ótu á Tarv bert tríggjar dagar, áðrenn eg fór niður aftur. Ikki visti eg av, at tað fór at vera seinastu ferð, vit skuldu sita saman.

Nógvar eru løturnar hava vit havt saman í Heima í Havn. Hóast eg ikki havi verið í kokkalæru, fari eg minnast teg sum lærumeistara mín, sum mín mentor, ið ikki bert hevur lært meg alt, sum fevnir um gastronomi, gestablídni, vín og sum ein varða í føroysku tænastuvinnuni, men eg fari eisini at minnast teg sum ein evnaríkan og hjartagóðan vin, ið altíð var til reiðar at taka initiativ.

Góði Boss, takk fyri alt.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

17 minuttir síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

23 minuttir síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

57 minuttir síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

2 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

3 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

3 tímar síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

4 tímar síðan
Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

4 tímar síðan