info
Ongi úrslit

Føroysku flogbóltskvinnur spæla ímóti Íslandi um silvur

Kl. 18 í kvøld spæla Føroyar ímóti Íslandi í seinasta dystin í evropeisku smálandakappingini í Íslandi. Undan dystinum eru liðini jøvn við trimum stigum hvør, og tað merkir, at vinnarin í dag fær silvur í kappingini, tí frammanundan er mest sum greitt, at Skotland vinnur gullmerkini.

Eirikur Lindenskov
15. mai 2022 kl. 13:01

Dysturin sæst á Youtube-rásini hjá Íslendska Flogbóltssambandinum her: https://www.youtube.com/channel/UCZt6EiBqoiCzFkggqklxecg
Føroyar taptu í gjár 3-0 (18-25, 22-25, 14-25) ímóti sterka skotska liðnum, sum m.a. hevur ein leikara, sum spælir professionelt í fronsku elitu-deildini.

Í fyrsta og triðja setti var munurin rættiliga stórur, men í øðrum setti fekk Skotland sanna mótstøðu. Eftir at Skotland leyp avstað frá 8-7 til 16-11, hálaðu Føroyar seg innaftur í settið og javnaðu til 21-21 og 22-22. Men so vann Skotland næstu tríggjar bóltarnar og settið 25-22.
Hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, fekk, hóast tapið, eyga á nógv positivt á føroyska liðnum:
―  Fleiri ting hjá okkum eru eisini góð. Vit hava higartil nógv bestu móttøkuleikarar í kappingini. Jakobina Joensen er aftur framúrskarandi og er dagsins leikari hjá okkum.

―  Báðir kantarnir hjá okkum, Johanna Christiansdóttir við níggju kills og einum feili og Hilda Bolstad Mortensen við 10 kills og fýra feilum, spæla eisini ein sera góðan dyst.

―  Milja Silvansdóttir spælir eisini sín besta dyst. Ja, okkara ungu leikarar læra so øgiliga nógv av hesum dystinum. Hettar er bara byrjanin. Og vit fara at fáa nakrar sera harðar dystir í ár. Men tað er sovorðnum dystum vit hava brúk fyri. Við góðum dystum, góðari venjing og góðum innsatsi frá leikarunum,  fara vit at síggja skjóta og spennandi framgongd!

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

41 minuttir síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

51 minuttir síðan
Tíðindi

Óvanliga stór valluttøka í Ísrael

1 tími síðan
Tíðindi

Troels Lund: Álitisbrot kostaði Preben Bang limaskapin

2 tímar síðan
Tíðindi

Preben Bang: Eg eri koyrdur úr Venstre

2 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Ukraina-kríggið heldur fram og fer helst at mennast

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingur heldur høvuðsfyrilestur á ársfundi WHO Europe

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú nærkast hugnaligi eldradagurin í Vági

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður krevur greitt svar frá Norðurlondum

3 tímar síðan
Tíðindi

Finski forsetin: - Øll Norðurlond fingu tað at vita

3 tímar síðan
Tíðindi

Atlantic Airways keypir tvey nýggj flogfør

5 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis verður dagurin hildin á Tvøroyri

6 tímar síðan