info
Ongi úrslit
© Jewel Samad/AFP.
Ein sjálvboðin stendur aftan fyri einum valplakati hjá Likud, flokkinum hjá Benjamin Netanyahu, við eitt valstað í Jerusalem 27. oktober. Hetta er fyrsta tjóðartingsvalið í Ísrael síðan álopið hjá Hamas 7. oktober 2023.

Óvanliga stór valluttøka í Ísrael

Meira enn helvtin av veljarunum hevði atkvøtt seinnapartin. Enn er tó ógreitt, um Benjamin Netanyahu megnar at varðveita valdið.

Eirikur Lindenskov
27. oktober 2026 kl. 17:56

Valluttøkan á tjóðartingsvalinum í Ísrael í dag er óvanliga stór.

Klokkan 16 ísraelska tíð høvdu 55,7 prosent av veljarunum greitt atkvøðu. Til samanberingar var valluttøkan 47,5 prosent um somu tíð á valinum í 2022.

Sambært ísraelsku valnevndini er hetta hægsta valluttøkan, sum er skrásett um hetta mundið á valdegnum. Tað skrivar Times of Israel.

Valið er tað fyrsta til ísraelska tjóðartingið, Knesset, síðan álopið hjá Hamas 7. oktober 2023 og kríggini, sum fylgdu.

Netanyahu biður veljararnar fara á val

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur í dag heitt á sínar stuðlar um at fara á val.

Hann hevur samstundis sett fram pástandir um, at roynt verður at stjala valið frá honum. Valnevndin sigur tó, at hon ikki hevur prógv um skipað valsvik.

Ein av høvuðskappingarneytunum hjá Netanyahu er fyrrverandi herleiðarin Gadi Eisenkot. Flokkur hansara, Yashar, leggur Netanyahu undir at sáa iva um álitið á valúrslitið.

Kanningarnar undan valinum bentu á eitt tætt val, har hvørki stjórnarflokkarnir hjá Netanyahu ella mótstøðuflokkarnir høvdu tryggan meiriluta.

Stóra valluttøkan sigur tó ikki í sjálvum sær, hvørjum tað hevur gingist best hjá.

Fyrstu ábendingar í kvøld

Valstøðini lata eftir ætlan aftur klokkan 22 í Ísrael, sum er klokkan 20 føroyska tíð. Tá fara ísraelsku sjónvarpsrásirnar eftir ætlan at almannakunngera fyrstu valstaðarkanningarnar.

Valnevndin hevur tó boðað frá, at fólk, sum standa í bíðirøð við afturlating, sleppa at atkvøða. Tað kann seinka valstaðarkanningunum.

Síðan byrjar uppteljingin. Hóast fyrstu ábendingarnar um úrslitið væntast í kvøld, kann tað taka longri tíð at fáa greiði á, hvør kann savna ein stjórnarmeiriluta í Knesset.

Keldur: Times of Israel, AP og Reuters

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Troels Lund: Álitisbrot kostaði Preben Bang limaskapin

1 tími síðan
Tíðindi

Preben Bang: Eg eri koyrdur úr Venstre

1 tími síðan
Tíðindi

Lavrov: Ukraina-kríggið heldur fram og fer helst at mennast

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyingur heldur høvuðsfyrilestur á ársfundi WHO Europe

1 tími síðan
Tíðindi

Nú nærkast hugnaligi eldradagurin í Vági

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður krevur greitt svar frá Norðurlondum

2 tímar síðan
Tíðindi

Finski forsetin: - Øll Norðurlond fingu tað at vita

2 tímar síðan
Tíðindi

Atlantic Airways keypir tvey nýggj flogfør

4 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis verður dagurin hildin á Tvøroyri

5 tímar síðan
Tíðindi

Støre er ósamdur við Mette

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal til Póllands

6 tímar síðan
Tíðindi

Barnaárini hoyra børnu­num til – ikki tøkni­risunum

6 tímar síðan