Danski flokkurin Venstre hevur seinnapartin í dag koyrt Preben Bang Henriksen úr bæði flokkinum og fólkatingsbólkinum.
Orsøkin er ótrúskapur móti flokkinum, sigur Troels Lund Poulsen, formaður, á tíðindafundi á Christiansborg.
– Á bólkafundinum í dag boðaði Preben Bang Henriksen frá, at hann ikki fer at vera trúgvur móti teimum avgerðum, sum ein meiriluti í fólkatingsbólkinum hjá Venstre tekur, sigur hann.
Sambært Troels Lund Poulsen hevur Preben Bang Henriksen sostatt sjálvur ábyrgdina av, at hann ikki longur er partur av flokkinum.
– Tí hevur Preben Bang Henriksen sjálvur gjørt av, at hann ikki vil vera partur av sjálvbodna og bindandi felagsskapinum hjá Venstre, sigur formaðurin.
Avgerðin varð tikin eftir skrivliga atkvøðugreiðslu í fólkatingsbólkinum. Floksleiðslan vil ikki upplýsa, hvussu atkvøðurnar fullu.
Eftir burturvísingina hevur Venstre 17 fólkatingslimir.
Ritzau