Tíðindaskriv:
Heilsa og heilsuverk eru hornasteinar í framkomnum samfeløgum, og altjóða samstarvið á heilsuøkinum fer í stóran mun fram í Heimsheilsustovninum (WHO). Evropeiski parturin, WHO Europe, har Føroyar hava atlimaskap, heldur í hesi viku 76. ársfund sín í Keypmannahavn, har heilsumálaráðharrar, embætisfólk og serfrøðingar úr 53 limalondum hittast.
Týsdagin 27. oktober er fokus á heilsutænasturnar í primera heilsugeiranum og kronisku sjúkurnar – so sum hjarta- og æðrasjúkur, krabbamein, diabetes og kroniskar lungnasjúkur – sum í dag eru størsta avbjóðingin fyri fólkaheilsuna í flestu londum í heiminum. Í 2028 eru 50 ár liðin, síðani Alma-Ata yvirlýsingin um “Heilsu fyri Øll” varð undirskrivað, og WHO Europe nýtir ársfundin til at seta spurningin: Hvørjar heilsutænastur hevur Evropa tørv á tey næstu 50 árini?
Til at geva íblástur til hetta kjakið hevur WHO Europe heitt á føroyingin Boga Eliasen um at halda høvuðsfyrilesturin fyri leiðarar sendinevndanna. Fyrilesturin byggir m.a. á framtíðarmyndirnar, sum Bogi var við til at menna fyri WHO Europe, tá ið stovnurin gjørdi arbeiðsskrá sína fyri 2026–2030 og at gera ætlanir til veruleika.
Greið mál, raðfesting og implementering. Í fyrilestrinum fer Bogi at leggja áherðslu á tørvin á at seta greiðari mál fyri heilsuverk og menna betri hættir til raðfesting og implementering. Heilsuverkini í Evropa hava ongantíð havt meira figging, starvsfólk, betri amboð og meira vitan – og kortini veksur parturin av sjúkubyrðuni, sum kundi verið fyribyrgdur. Í londum, har tølini eru tøk, metast umleið 30 prosent av sjúkubyrðuni av kroniskum sjúkum at kunna verða fyribyrgd ella viðgjørd nógv fyrr og nærri fólki.
„Spurningurin er ikki, um vit hava tað besta heilsuverkið, men um vit hava ta bestu fólkaheilsuna. Tað eru tveir ymiskir spurningar – og bert tann seinni gevur okkum eitt mál, vit kunnu raðfesta og implementera eftir, við sjúkrahúsverkinum sum amboð,” sigur Bogi Eliasen.
„Tann veruliga langlívisrevolutiónin er ikki nýggj tøkni. Hon er heilsufremjan og fyribyrging í verki – at finna sjúku tíðliga og tryggja røtta og dygdargóða viðgerð á røttum stað til rætta tíð. Tað krevur, at heilsutænasturnar flyta nærri fólki – til kommunulæknan, apotekið og heimið – og at sjúkrahúsini verða ryggurin í heilsuverkinum, ikki fyrsta hurðin, fólk banka upp á.”
Smá samfeløg kunnu ganga á odda. Føroyar hava við heilsupolitikkinum fyri 2026–2035 sett sær líknandi mál, sum WHO Europe nú kjakast um: at styrkja fyribyrging og heilsufremjan og tryggja dygdargóðar heilsutænastur til allar borgarar. „Føroyar hava stutt millum fólk og stovnar, eitt almennt heilsuverk, kommunulæknar, og eina talgilt undirstøðukervi, sum flest lond í Evropa bara droyma um. Tað ger Føroyar til ein stað, har framtíðar heilsutænasturnar kunnu verða royndar og vístar fyri øðrum londum,” sigur hann.
Tórshavn/Keypmannahavn, 26. oktober 2026